Vørulýsing
Tilvísing
Kunngerð nr. 845 frá 25.06.2018 (DK)
Átekning
Kunngerð nr. 845 frá 25.06.2018 (DK)
Um skeiðið
Hetta er eitt hugburðsskeið, sum lærir teg og manningina eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi. Skeiðið er ætlað fiskiskipum í Danmark og Grønlandi.
- Skeiðið tekur 3 dagar.
- Skeiðið byrjar klokkan 9.00.
Endamálið við skeiðnum er at geva limum í trygdarorganisatiónini tað kravda §8 skeið innan arbeiðsumhvørvi á fiskiskipum.
Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.
Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.
Avboð
Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til mín á 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.
Gjaldstreytir
Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.
Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.