Báta- og brandvenjing

1.000,00 kr.

Vørubólking: , Vørunummar: brandvenjing

Vørulýsing

Tilvísing

Kunngerð nr. 27 frá 6.3.2001

 

Átekning

Kunngerð nr. 27 frá 6.3.2001

 

Um skeiðið

Skeiðið inniber ástøði úr SOLAS um minstu krøv til ymiskar venjingar umborð á ferðamannaskipum.

 

  • Skeiðið tekur 1 dag.
  • Prógvið gongur út eftir 5 ár.
  • Skeiðið byrjar klokkan 9.00.

 

Endamálið við skeiðnum er at kunna um krøv til venjingar á ferðamannaskipum.

 

Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.

 

Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.

 

Avboð

Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.

 

Gjaldstreytir

Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.

 

Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.