Vørulýsing
Tilvísing
ISPS-kodan A/11.2 (STCW)
Átekning
ISPS-kodan A/11.2 (STCW)
Um skeiðið
Skeiðið lærir teg um ISPS-koduna við áherðslu á tær skyldur, ið fylgja við, tá ið tú hevur ábyrgdina av verndini hjá reiðarínum. Tú lærir eisini eitt sindur um vernd í altjóða høpi. Undirvísingin er skipað við framløgum, filmum og kjaki.
- Skeiðið tekur 2 dagar.
- Skeiðið byrjar klokkan 9.00.
Endamálið við skeiðnum er at tryggja, at tú sum verndaryvirmaður hjá reiðarínum kanst útinna tínar verndarskyldir.
Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.
Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.
Avboð
Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.
Gjaldstreytir
Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.
Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.