Crisis Management

2.500,00 kr.

Vørubólking: , Vørunummar: crisis

Vørulýsing

Tilvísing

STCW Table A-V/2-4

 

Átekning

STCW Table A-V/2-4

 

Um skeiðið

Hvussu bera ferðafólk seg at í eini neyðstøðu umborð á einum ferðamannaskipi? Hvussu skal manningin handfara støðuna? Hetta lærir tú alt um á hesum skeiðnum. Dentur verður serliga lagdur á, hvussu slíkar neyðstøður kunnu ávirka manningina sálarliga.

 

  • Skeiðið tekur 1 dag.
  • Prógvið gongur út eftir 5 ár.
  • Skeiðið byrjar klokkan 9.00.

 

Endamálið við skeiðnum er at broyta hugburð til venjingar í neyðstøðum, og at tilbúgvingin riggar optimalt umborð.

 

Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.

 

Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.

 

Avboð

Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.

 

Gjaldstreytir

Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.

 

Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.

Nágreining

Dato

20 juli