Vørulýsing
Tilvísing
STCW Table A-V/2-3
Átekning
STCW Table A-V/2-3
Um skeiðið
Hvussu bera ferðafólk seg at í eini neyðstøðu umborð á einum ferðamannaskipi? Hvussu skal manningin handfara støðuna? Hetta lærir tú alt um á hesum skeiðnum.
Dentur verður serliga lagdur á ítøkiligar mannagongdir í neyðstøðum, og hvussu ið vit sissa ferðafólkini, og hvussu vit fáa ferðafólkini at fylgja boðum frá manningini. Partur av kjakinum snýr seg um atburðin hjá ferðafólki í ymiskum neyðstøðum umborð.
- Skeiðið tekur 1 dag.
- Prógvið gongur út eftir 5 ár.
- Skeiðið byrjar klokkan 9.00.
Endamálið við skeiðnum er at læra teg at handfara ferðafólk í neyðstøðum og um tilbúgvingina umborð, at hon riggar optimalt.
Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.
Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.
Avboð
Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.
Gjaldstreytir
Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.
Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.