Víðkað fyrstahjálp

6.000,00 kr.

Vørubólking: Vørunummar: heilsa-maskin

Vørulýsing

Tilvísing

STCW A-VI/4-1

 

Átekning

STCW 78 A-VI/4-1, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

 

Um skeiðið

Skeiðið gevur tær ta neyðugu vitanina um medisinska fyrstuhjálp, so at tú lærir at vera hjálpandi hondin hjá sjúkraviðgeranum (ið sum oftast er stýrimaðurin). Skeiðið inniheldur bæði ástøði og venjingar, m.a. við hjartastartara.

 

  • Skeiðið tekur 1 dag.
  • Prógvið gongur út eftir 5 ár.
  • Skeiðið byrjar klokkan 08.30.

 

Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.

 

Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.

 

Gev gætur

Tá ið tú kemur á skeið, skalt tú hava tað gamla prógvið við.

 

Avboð

Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.

 

Gjaldstreytir

Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.

 

Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.

Nágreining

Dato

13. jan, 10. feb, 19. mars, 7. apríl, 12. mai, 10. juni