Vørulýsing
Tilvísing
STCW A-VI/4-1 og 4-2
Átekning
STCW 78 A-VI/4-1 og 4-2, íroknað broytingarnar í Manila 2010.
Um skeiðið
Skeiðið gevur tær ta neyðugu vitanina, so at tú kanst hava ábyrgdina av sjúkraviðgerðini umborð. Skeiðið inniheldur bæði ástøði og venjingar, m.a. við hjartastartara.
- Skeiðið tekur 3 dagar.
- Prógvið gongur út eftir 5 ár.
- Skeiðið byrjar klokkan 08.30.
Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.
Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.
Gev gætur
Tá ið tú kemur á skeið, skalt tú hava tað gamla prógvið við.
Avboð
Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.
Gjaldstreytir
Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.
Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.