Vørulýsing
Tilvísing
STCW Table A-V/2-5
Átekning
STCW Table A-V/2-5
Um skeiðið
Skeiðið inniheldur ástøði um stabilitetin á ferðamannaskipum. Vit koma inn á mannagongdir fyri, hvussu manningin skal handfara eina neyðstøðu, so at hon ikki versnar. Lekastabilitetur verður partur av kjakinum.
- Skeiðið tekur 2 dagar.
- Prógvið gongur út eftir 5 ár.
- Skeiðið byrjar klokkan 9.00.
Endamálið við skeiðnum er at læra teg at handfara hendingar, har ið vatn treingir inn, so at tilbúgvingin riggar optimalt umborð.
Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.
Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.
Avboð
Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.
Gjaldstreytir
Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.
Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo vi