Ship Security Officer (SSO)

6.500,00 kr.

Vørubólking: , Vørunummar: ship-security

Vørulýsing

Tilvísing

STCW A-VI/5

 

Átekning

STCW 78 A-VI/5, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

 

Um skeiðið

Á skeiðnum lærir tú um ISPS-kodu og tær skyldur, sum kodan áleggur verndaryvirmanninum á skipinum. Vit gjøgnumganga uppgávurnar við framløgum, filmum og kjaki.

 

  • Skeiðið tekur 2 dagar.
  • Skeiðið byrjar klokkan 9.00.

 

Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.

 

Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.

 

Avboð

Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.

 

Gjaldstreytir

Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.

 

Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.

Nágreining

dato

30. aug