Skjóttgangandi bjargingarbátur (endurnýggjan)

5.000,00 kr.

Vørubólking: , Vørunummar: bjarging-endur

Vørulýsing

Tilvísing

STCW A-VI/2-2

 

Átekning

STCW 78 A-VI/2-2, íroknað broytingarnar í Manila 2010.

 

Um skeiðið

Skeiðið inniber ástøði og venjingar í skeiðshølunum. Harumframt eru praktiskar venjingar í báti á firðinum, har ið tú m.a. lærir at svimja í yvirlivilsisdrakt og sigla fólk upp og taka tey inn í bátin.

 

  • Skeiðið tekur 1 dag.
  • Prógvið gongur út eftir 5 ár.
  • Skeiðið byrjar klokkan 9.00.

 

Endamálið við skeiðnum er at gera teg føran fyri at seta FRB-bátin út og fáa mannin, sum er farin fyri borð, umborð aftur. Nakað av sigling og handfaring av bátinum er uppií.

 

Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøku.

 

Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur og døgurði (eftir avtalu).

 

Gev gætur

Tá ið tú kemur á skeið, skalt tú hava heilsuváttan (bláubók) og tað gamla prógvið við. Minst eisini til skiftiklæðir.

 

Avboð

Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.

 

Gjaldstreytir

Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.

 

Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.

Nágreining

Dato

23. jan, 20. feb, 13. mars, 25. apríl, 22. mai, 19. juni