Vørulýsing
Tilvísing
STCW A-VI/1
Átekning
STCW 78 A-VI/1-1, 1-3, 1-4, íroknað broytingarnar í Manila 2010.
Um skeiðið
Skeiðið inniber ástøði og venjingar í skeiðshølunum. Harumframt eru praktiskar venjingar á firðinum, har ið tú lærir at venda uppblástan gummiflaka og at svimja í yvirlivilsisdrakt.
Skeiðið inniber eisini grundleggjandi frálæru í fyrstuhjálp.
- Skeiðið tekur 2 dagar.
- Prógvið gongur út eftir 5 ár.
- Skeiðið byrjar klokkan 9.00.
Endamálið við skeiðnum er at gera teg føran fyri at lívbjarga tær í eini neyðstøðu og at læra, hvat ið tú skalt gera, um onkur kemur til skaða umborð.
Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.
Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.
Gev gætur
Tá ið tú kemur á skeið, skalt tú hava heilsuváttan (bláubók) og tað gamla prógvið við. Minst eisini til skiftiklæðir.
Avboð
Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.
Gjaldstreytir
Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.
Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.