Vørulýsing
Tilvísing
STCW Table B-V/c og IMDG-kodan, kap. 1.3
Átekning
STCW Table B-V/c og IMDG-kodan, kap. 1.3
Um skeiðið
Skeiðið vendir sær til operatørar á landi og yvirmenn umborð, sum hava ábyrgdina av stúving og separering av vandamiklum farmi í emballeraðum formi. Á skeiðnum gjøgnumganga vit IMDG-klassar, serligar kemiskar eginleikar og heilsuvandar í sambandi við vandamiklan farm.
- Skeiðið tekur 3 dagar.
- Skeiðið byrjar klokkan 9.00.
Endamálið við skeiðnum er at geva tær, sum hevur ábyrgd av handfaring og stúving av vandamiklum farmi, ta neyðugu vitanina um evnið.
Fyri at fáa prógv krevst bæði uppmøting og luttøka.
Íroknað skeiðsprísin eru morgunmatur, døgurði og seinnapartskaffi.
Avboð
Um tú kortini ikki fært komið, skalt tú ringja ella skriva til 599480 og boða frá í seinasta lagi 3 dagar áðrenn skeiðsbyrjan.
Gjaldstreytir
Tú kanst gjalda við korti ella reiðum peningi, bæði áðrenn ella tá ið tú kemur á skeið.
Skeiðið skal tó verða goldið áðrenn seinasta skeiðsdag. Verður skeiðið goldið av reiðarínum, skal reiðaríið senda teldubræv á info@navit.fo við váttan um hetta.