Navit er altjóða góðkendur skeiðsveitari, sum brynjar sjófólk til sjólívið. Vit bjóða bæði trygdarskeið og heilsuskeið umframt ymisk serskeið. Skeiðini eru bæði praktisk og teoretisk, har ið lyklaorðini í øllum skeiðunum eru trygd og dygd. Við meira enn 20 ára royndum og 500 luttakarum um árið lata vit tølini tala fyri seg.

+20 ára royndir

+500 luttakarar um árið

Góðkenning frá Søfartsstyrelsen

Góðkenning sambært STCW-sáttmála

Eg eiti Lassi Borðoy, og eg eri stjóri í Navit. Havið hevur verið mítt kall líka frá ungum árum. Tá ið eg bleiv studentur í 1980, fór eg beint at sigla við Hoyvíkingi undir Íslandi. Síðan fór eg at gera hertænastu í donsku sjóverjuni.

Í 1982 gekk eg á Kogtved Søfartsskole, og so fór eg at sigla hjá Dannebrog Rederi. Nú hevði eg royndirnar, so eg fór á sjómansskúla: Í 1986 bleiv eg stýrimaður, og árið eftir skipsførari. Her fekk eg hægstu próvtøl í flokkinum og fekk tí silvurmansjettknappar og gull-ur frá sjálvum Mærsk

Hetta yrkið hevur ført meg víða um heimsins høv: Eg havi staðið við róðrið og siglt frammi við øll londini, sum liggja út til Atlantshavið – báðumegin – og so havi eg siglt runt alt Miðjarðarhavið og í Indiska havinum.

Um aldamótið tók eg útbúgving sum sjómansskúlalærari, verkfrøðingur og maskinverkfrøðingur. Eg undirvísti á Sjómansskúlanum fram til 2007, tá ið eg stovnsetti Navit og fór at takast við tað, sum eg veruliga brenni fyri – trygd á sjónum.