Skeiðætlan

Courses

 
 

 

 


Nógvar eru leiðsluskipanirnar, og allar hava tað til felags, at tær eru og skulu vera ein hjálp í dagligdegnum. Ofta kann tað vera torført at gera upp, hvat verður vunnið við einari skipan í mun til aðra, men felags er fyri allar, at tá fyritøkurnar hava koyrt eina tíð við teimum, høvdu tær ikki vilja verið skipanini fyriuttan.

Navit er fyritøka, ið kann veita tær hjálp, um tú hevur brúk fyri at menna ella seta í verk eina góðskustýringarskipan eftir ISO 9000 leisti.

Ein høvuðsgrein hjá Navit er mennan og implementering av ISM trygdarstýringum, til skip og reiðarí.
ISM stendur fyri International Safety Management. Hygg undir Góðskustýring í erva.

Allar skipanir kunnu sjálvandi samkoyrast ella tvinnast saman upp á ymiskar mátar.

Navit vil altíð royna at fylgja við teimum nýggjastu krøvunum, sum koma í hesum skrásetingartíðum.

Minnst til at: eftirlit skapar álit og ikki øvugt